24.5.12

Summarnegl

Tá eg sat uttanfyri og sólaði mær í dag, fekk eg hug til at royna mítt nýggja glimmur neglalakk frá OPI, sum eg keypti á flogvøllinum í samband við ein túr til Danmarkar herfyri. Eg legði fyrst pink neglalakk á og síðani glimmur neglalakkið útyvir. Eg haldi, at úrslitið er ordiliga frískligt og lekkurt!


18.5.12

Litríkt hár





Eg má viðganga, at eg til tíðir sakni mítt langa hár... Um tað framvegis var langt, so hevði eg heilt sikkurt fingið mær onkra ljósareyða og bláa strípu her og har ella keypt mær nakrar feather hair extentions - totalt crazy!

3.5.12

Íbúðin - tá og nú

Ein lesari skrivaði fyri langari tíð síðani og spurdi, um eg ikki kundi vísa eitt sindur meira av íbúðini hjá okkum og hvussu hon sær út nú í mun til, tá ið vit akkurát høvdu keypt hana. 
Eg havi nú fingið tikið nakrar myndir og eg haldi sjálv, at tað er virkuliga stuttligt at síggja útviklingina.
Her kemur ein myndarøð av íbúðini tá og nú. 

Íbúðin í juni 2010:


Køkurin tá


Stovan tá

Íbúðin í mai 2012:


Køkurin nú


Klokkan, sum hevur vakt ans hjá fleiri!


 Litríkt tilhoyr í køkinum


Stuttligar dósir til ávikavist the og kaffi


The dining area - við ljósareyða prinsessu stólinum


Føroyskt framleidd tallerk-hyll


Vakra dósin, sum eg havi arvað frá mammu míni


Sofa hygg


Heimskort veggjaklistur keypt á eBay


Stovan


Pútur og lekkurt heitt faux fur teppið 

24.4.12

Sporty chic!

Eg havi planir um at keypa mær eitt par av litríkum ítróttaskóm, men eg ivist í hvat slag eg skal velja...
Let the search for the perfect pair begin!




Adidas 
Nike free run




New Balance


20.4.12

Postur úr Hong Kong

"Arty oval" ringurin frá Yves Saint Laurent hevur leingi verið sera populerur í bloglandi, og tá eg herfyri kom framá ein tílíkan á eBay fyri undir hundrað krónur hugsaði eg, at eg burdi altso keypt mær ein...
Fyrr í vikuni lá so ein pakki í postkassanum hjá mær heilt úr Hong Kong! Ringurin, sum eg keypti er sjálvandi ikki ektaður, men til handan prísin eri eg vælnøgd.




Mín nýggi ringur, keyptur á eBay.

15.4.12

Húgva við pelstoppi part two






Fyri nøkrum mánaðum síðani vísti eg tykkum eina húgvu við stjørnumynstri og pelstoppi, sum eg hevði bundið mær. Mær dámar so mikið væl hesar húgvurnar, at eg herfyri gjørdi av at binda eina afturat, hesaferð til 2 ára gomlu dóttir mína Oliviu.
Í dag varð húgvan so liðug og úrslitið síggja tit omanfyri. Frellan er simpulten so fitt í henni :-)

7.4.12

Dagsins sett 05.04.12









Omanfyri síggja tit myndir av dagsins settið skíris hósdag, tá vóru vit boðin til brunch hjá systi míni - ein deiligur dagur saman við deiligum fólki. Eg var í leopard shorts'ið frá H&M, heimabundnum vesti, vintage tasku og skógvum frá S//bar.

Gleðiligar páskir øll somul!